Landsstýrismaðurin váttar: Mvg-frítøkan verður ikki longd

Landsstýrismaðurin váttar: Mvg-frítøkan verður ikki longd
Sostatt kemur meirvirðisgjald aftur á bensin og diesel frá 1. august, og prísurin hækkar samsvarandi
1. august dýrkar bensin og diesel aftur, tí lógin um mvg-frítøku verður ikki longd.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.07.2026 - 14:26

Landsstýrið ætlar ikki at leingja mvg-frítøkuna á bensini og dieseli.

Tað váttar Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í dag.

Tá landsstýrissamgonga varð skipað 13. apríl, var ein av avtalaðu setningunum í samgonguskjalinum at "Fyribilstiltøk verða sett í verk fyri at lætta um hjá fólki, nú oljuprísirnir eru hækkaðir munandi."

Longu 11 dagar seinri varð lógaruppskot lagt fyri tingið um mvg-frítøku á bensini og dieseli.

Uppskotið varð samtykt við stórum meiriluta, og bensin og diesel eru mvg-frí frá 16. mai til og við 31. juli í ár.

 


Aksel V. Johannesen.

 

Fer úr gildi av sær sjálvum

Fyrradagin segði Kringvarpið, at at mvg-frítøkan eftir øllum at døma ikki fór at verða longd.

Tá eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá landsstýrismanninum. Men eftir at hava tosað við stjórarnar í báðum oljufeløgunum, sum selja bensin og diesel í Føroyum, og við løgtingsformannin, var alt, sum bendi á, at ongar ætlarnir vóru at broyta lógina, áðrenn mvg-frítøkan gongur út av sær sjálvari, tá hesin mánaðurin er liðugur.

Í dag sigur Aksel V. Johannesen í stuttari viðmerking, at ætlanin ikki er at leingja frítøkuna.

Sostatt kemur meirvirðisgjald aftur á bensin og diesel, sum verða keypt á føroyskum bensinstøðum, frá 1. august at rokna, og prísurin hækkar samsvarandi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558