Verjumálaráðharrin vil hava hermenn kannaðar fyri testosteron

Verjumálaráðharrin vil hava hermenn kannaðar fyri testosteron
Pete Hegseth, amerikanskur verjumálaráðharri, sigur, at henda kanningin skal vera partur av árligu heilsukanningini
Pete Hegseth er amerikanskur verjumálaráðharri.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
16.07.2026 - 14:55

Amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, sigur, at nú verður krav sett um, at allir amerikanskir hermenn, eldri enn 30 ár, skulu kannast fyri testosteron eina ferð um árið.

Verjumálaráðharrin brúkar kynsneutralu hugtøkini "warrior" og "war fighter", og nevnir einki um kvinnur í hesum sambandi.

Hegseth sigur, at hermenninir gera sjálvir av, um teir vilja í viðgerð.

Teir, sum eru yngri enn 30 ár, kunnu vera kannaðir, um teir vilja. 

Kanningin verður partur av árligu heilsukanningini.

 

Minkar við aldrinum 

Hegseth leggur aftrat, at viðurkend vísindi siga, at testosteron ofta av natúrligum ávum minkar við aldrinum. 

- Tað snýr seg ikki um tilgjørt at økja avrikið. Tað snýr seg um at endurreisa og optimera tínar natúrligu førleikar, at liva leingi og at tryggja, at tú hevur lívfrøðiliga grundarlagið, sum krevst í bardaga, sigur ráðharrin.

AFP-tíðindastovan hevur biðið Pentagon um viðmerking, men boðini haðani eru: - Vit hava einki at leggja aftrat sjónbandabrotinum hjá ráðharranum í løtuni.

Avgerðin hjá Hegseth kemur, eftir at fleiri í stjórnini hjá Donald Trump, forseta, eitt nú heilsu- og almannamálaráðharrin, Robert F. Kennedy, yngri, hava sagt, at menn skulu hava lættari atgongd til testosteronviðgerð 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558