C'est fini: Spanska maskinan køvdi Mbappé og co.

C'est fini: Spanska maskinan køvdi Mbappé og co.
Mbappé, Dembélé, Barcola og Oliseh vóru ongastaðni at síggja, tá framúr liðavrik køvdi Frakland og tryggjaði Spania pláss í HM-finaluni
Rodri og Spania høvdu tamarhald á Kylian Mbappé og Fraklandi í HM-hálvfinaluni týskvøldið
Mynd: Shaun Botterill/AFP/Ritzau Scanpix  
 
14.07.2026 - 23:33

Fronsku framherjarnir við Kylian Mbappé á odda hava talst millum stóru HM-upplivingarnar, men teir máttu takka fyri seg eftir framúr spanskt liðavrik, sum køvdi fronsku stjørnurnar.

Dani Olmo, Fabian Ruiz og framúrskarandi Rodri høvdu tamarhald á miðvøllinum, og so eydnaðist sjáldan hjá fraklendingum at finna vandamiklu menninar í røttu støðunum.

Evropameistararnir løgdu seg framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Lucas Digne í blindum skuldi sparka bóltin burtur úr franska brotsteiginum; tað einasta hann rakti var Lamine Yamal, og so var brotsspark.

Tað tók stilli skarprættarin Mikel Oyarzabal sær av, og so tók Spania kvørkratak, sum Frakland ongantíð veruliga fekk bart seg burturúr.

 


Tryggur: Mikel Oyarzabal leggur Spania á odda ímóti Fraklandi úr 11 metrum við sínum fimta málið í HM-endaspælinum. (Mynd: Odd Andersen/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Sum tarvadystur

Tað hjálpti ikki, at Adrien Rabiot fekk gult kort mestsum beinanvegin og mátti lata seg skifta út í steðginum. Heldur ikki skaði til William Saliba gjørdi fronsku uppgávuna lættari, men spanska yvirtakið var somikið stórt, at teir neyvan høvdu munað.

Tað líktiskt mest tarvadysti. Spaniólar spældu bóltin hegnisliga ímillum sín, og alt meira ørkymlaðu fraklendingarnir fingu sjáldan fótin ímillum. Tá ein lítil tími var spældur, var tarvurin bæði østur og pøstur, og tá kom banastingurin.

Pedro Porro spældi eitt-tvey við Dani Olmo á brotsteigarmerkinum, og høgri bakkurin sendi bóltin í netið framvið Mike Maignan inn við nærru stong, tá hann var púra leysur við franska málverjanum.

 


Pedro Porro, sum skoraði til 2-0 fyri Spania ímóti Fraklandi, fegnast eftir dystin saman við sponsku viðhaldsfólkunum. (Mynd: Maria Lysaker/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Fekk ikki triðju finaluna í rað

Franski venjarin, Didier Deschamps, sum takkar fyri seg eftir HM-endaspælið, royndi seg við bæði Désiré Doué og Rayan Cherki, men lítið nyttaði. Tí má HM-vinnandi liðskiparin í 1998 og HM-vinnandi venjarin í 2018 taka til takkar við bronsudysti hesa ferð.

Kylian Mbappé hevur verið HM-spælari burturav, men hann fekk ikki tríggjar finalur á rað á hesum sinni. Hinvegin fáa spaniólar kjansin at vinna heimsmeistaraheitið afturat evropameistaraheitinum.

Um tað verður ímóti Argentina ella Englandi verður avgjørt í annaðkvøld, men eftir framsýningina í hálvfinaluni, man fáur fara at vedda ímóti spaniólum.

 


Gyltir: Didier Deschamps hevur vunnið HM sum spælari og venjari, meðan Kylian Mbappé hevur eina HM-gull og eina silvur. Nú mugu teir spæla um bronsuna. (Mynd: Marco Bello/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595