Elias og Óli millum tíggju tey bestu keypini í Svøríki síðsta áratíggju

Elias og Óli millum tíggju tey bestu keypini í Svøríki síðsta áratíggju
Elias E. á Skipagøtu og Óli Mittún teljast báðir ímillum 10 tey bestu keypini í bestu svensku hondbóltsdeildini síðsta tíggjuáraskeiðið, heldur svenskur miðil
Óli Mittún og Elias Ellefsen á Skipagøtu teljast millum tíggju tey bestu keypini í Svøríki sísðtu tíggju árini
Mynd: Kollektif  
 
22.06.2026 - 20:19

Teir fóru báðir úr H71 til IK Sävehof á ungum árum.

Systkinabørnini Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún valdu báðir Göteborg-forstaðin Partille, tá fyrsta fetið út í heim skuldi takast; Eitt val, sum bæði føroyingarnir og ikki minst svenska felagið hava notið gott av.

Báðir vóru lyklaspælarar og vóru við til at tryggja felagnum meistaraheiti í 2020/21 og 2023/24 umframt steypakappingar og evropahondbólt. Hinvegin var felagið ein lopfjøl fyri úrmælingarnar, tá teir skiftu til THW Kiel og GOG.

Somikið góð vóru avrikini hjá teimum báðum, at svenskur miðil metir teir vera millum tíggju tey bestu keypini til bestu svensku deildina síðsta tíggjuáraskeiðið.

Handbollskanalen kallar Elias Ellefsen á Skipagøtu "ein listaíðkara og eina stjørnu, sum gylti svensku kappingina tey árini, hann var í deildini," meðan Óli Mittún var "ótrúliga góður alt fyri eitt og heldur støðugari enn Elias tey árini, hann var í felagnum. Ein meistarligur spælari."

Millum aðrar spælarar á listanum kunnu nevnast Axel Månsson, Nikola Roganovic og Niclas Ekberg.

 

Bestu keypini í Svøríki 2016-26:

Elias Ellefsen á Skipagøtu: úr H71 til IK Sävehof
Julius Lindskog Andersson: úr VfL Lübeck-Schwartau til Ystads IF
Óli Mittún: úr H71 til IK Sävehof
Axel Månsson: úr Lugi HF til IFK Kristianstad
Edwin Aspenbäck: úr Elverum til Hammarby IF
Nikola Roganovic: úr Eskildstuna Guif til HK Malmö
Emil Frend Öfors: úr HSG Wetzlar til IFK Kristianstad
Andreas Nilsson: úr Veszprem til Önnereds HK
Niclas Ekberg: úr THW Kiel til Ystads IF
Gustav Davidsson: úr IK Sävehof til Hammarby IF

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558