Klaksvík er 44 milliónir undir skuldarmarkinum

Klaksvík er 44 milliónir undir skuldarmarkinum
Klaksvíkar býráð hevur samtykt roknskapin fyri 2025
Roknskapurin hjá Klaksvíkar kommunu vísir 22 milliónir kr. í avlopi fyri avdráttir.
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
03.06.2026 - 08:17

Nettoskuldin hjá Klaksvíkar kommunu er 358 milliónir krónur. Tað eru 44 milliónir krónur undir skuldarmarkinum, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Klaksvíkar býráð samtykti á býráðsfundi í síðstu viku roknskapin fyri 2025.

Roknskapurin vísir 22 mió. krónur í avlopi fyri avdráttir. Samlaðu inntøkurnar í árinum vóru 401,8 milliónir krónur, meðan rakstrarútreiðslurnar vóru 306,2 milliónir krónur.

54,1 millión krónur vóru brúktar til íløgur í 2025, og bankaskuldin hjá kommununi er vaksin úr 391,1 milliónum krónum við ársbyrjan upp í 413,1 milliónir krónur við árslok, - tað er ein nettoøking upp á 22 mió. kr.

 

Hava lænt 40 mió. 

Í árinum hevur kommunan lænt 40 milliónir krónur, og 18 milliónir krónur eru rindaðar í avdráttum.

Kreditorar eru 25,1 milliónir krónur, og onnur skuld er 12 milliónir krónur. 

Í hesum eru 6,3 milliónir krónur setta av til Landsverk í sambandi við grót til Norðhavnina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Týsdag 21. juli
Morgunlestur týsdagur
211159
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýsti - 3. partur
210483
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097