Gistingarhúsini fullsett næstu vikurnar

Gistingarhúsini fullsett næstu vikurnar
Fleiri tiltøk renna saman í løtuni, men restina av árinum eru gistitølini ikki so stór
Hotel Føroyar er eitt av hotellunum í Gist og Vist-samtakinum.
 
21.05.2026 - 18:00

Gistingarhúskapasiteturin í Føroyum er samanumtikið nóg stórur, men fleiri stór tiltøk renna saman í løtuni, og tað er orsøkin til, at gistingarhúsini eru fullsett næstu vikurnar, sigur sølustjórin fyri gistingarhúsini í Gist og Vist-samtakinum, Jóhanna Rasmussen.

Gistingarhúsini í samtakinum eru Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn í Havn, og nýggja hotellið KG í Klaksvík, sum Gist og Vist skal reka fyri Christian í Grótinum-samtakið, ið eigur hotellið. Tað letur upp í næsta mánaði.

 


Nýggja hotellið í Klaksvík letur upp í juni. (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Jóhanna Rasmussen hevur ikki neyva miðal-gistitalið fyri ferðafólkaháarstíðina summarmánaðirnar seinastu árini, men heldur, at tað er millum 80 og 90 prosent av kapasitetinum. Men restina av árinum eru tølini smá.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

21052026_Gistingarhus

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233