Skansin illa farin

Skansin illa farin
Skansin í Havn er nú so illa farin, at bráðfeingis umvælingar mugu gerast alt fyri eitt
Múrverkið er illa farið.
 
15.05.2026 - 07:20

Skansin í Havn er nú so illa farin, at bráðfeingis umvælingar mugu gerast alt fyri eitt.

Landsstýrið biður løgtingið um 3,5 milliónir krónur til tær.

Tjóðsavnið kannaði støðuna í september í fjør.

Tá sá hon út til at vera stabil. 

Men tá Tjóðsavnið og Landsverk kannaðu støðuna í mars í ár var staðfest, at støðan er broytt.

 

Múrverkið flytur seg

Múrverkið hevur summa staðni flutt seg ein tumma úteftir.

Tá bráðneyðuga umvælingar eru gjørdar, er neyðugt at halda á fram við at umvæla alt múrverkið á Skansanum. 

Landsverk hevur gjørt eina frágreiðing um, hvussu farast kann fram. 

Landsverk metir, at arbeiðið helst verður kostnaðarmikið og fer at taka nógv ár. 

Á ovara vollanum á norðursíðuni eru 10 til 12 metrar, har múrverkið er sjunkað og bólgnað 20 til 30 sentimetrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233