Tvey ára fongsulsrevsing fyri neyðtøku og blúnisbrot

Tvey ára fongsulsrevsing fyri neyðtøku og blúnisbrot
Dømdi maðurin játtaði seg sekan og boðaði sjálvur politinum frá tí, hann hevði gjørt
Maðurin var dømdur tvey ára fongsulsrevsing fyri millum annað neyðtøku. Hálvtannað ár er treytað og hálvt ár er treytaleyst.
 
27.04.2026 - 10:30

Ein maður hevur fingið tvey ára fongsulsrevsing fyri millum annað neyðtøku.

Hálvtannað ár er treytað og hálvt ár er treytaleyst.

Hann er dømdur fyri triggjar neyðtøkur og eina neyðtøkuroynd, allar í 2021.

Talan er um somu kvinnu í øllum fýra førunum. 

Maðurin er eisini dømdur fyri blúnisbrot og fyri at taka myndir uttan loyvi.

Maðurin, sum er føddur í 1999 - kvinnan er trý ár yngri - játtaði seg sekan.

Hann boðaði sjálvur politinum frá tí, hann hevði gjørt.

Av tí at gerðirnar vóru framdar í 2021, altso, áðrenn lógin um samtykki kom, er maðurin dømdur eftir teimum reglum, sum tá vóru.  

 

Varðhaldsfongsling fyri neyðtøku longd

12. apríl var ein maður varðhaldsfongslaður í 14 dagar, skuldsettur fyri neyðtøku í einum húsum í Havn.

Varðhaldsfongslingin var longd 14 dagar í morgun.

Tað var gjørt uttan rættarfund, tí skuldsetti maðurin játtaði sjálvboðin at halda fram í varðhaldinum.

Hann noktar seg sekan.

Maðurin er føddur í 2001. Kvinnan, sum hann skuldsettur fyri at neyðtaka, er fødd í 2007.

Í hesum førinum er lógin um samtykki galdandi.

Av tí at grundlógaravhoyringin var fyri aftur latnum durum, fæst ikki meira at vita um málið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233