Fleiri ferðir eftir bátum

Fleiri ferðir eftir bátum
Fýra bátar hava havt brúk fyri hjálp í hesari vikuni, upplýsir MRCC
Millum annað Rescue Vón hevur sleipað bát til lands nú í vikuni.
 
23.04.2026 - 07:29


Fýra bátar hava havt brúk fyri hjálp í hesari vikuni, upplýsir MRCC.

Seinnapartin í gjár fekk ein smábátur trupulleikar við motorinum.

Hann var tá níggju fjórðingar norður úr Kallinum. 

Rescue Vón var sendur eftir honum og sleipaði hann til Eiðis.

Ein annar smábátur steðgaði upp eystur úr Hvalnesi á Sandoynni.

Hetta var eisini seinnapartin í gjár.

Arbeiðsbáturin hjá Brimli sleipaði bátin til lands.

Týsdagin á middegi fekk ein útróðrarbátur trupulleikar við motorinum.

Sleipaðir til lands

Hann var hálvan fjórðing norður úr Stakkinum.

Rescue Vón sleipaði hann til Eiðis.

Og mánamorgunin fór ein bátur at leka.

Hann var vestanfyri.

Bátur nærhendis var biðin um at sigla til bátin og vera klárur at veita hjálp, um hon var neyðug. 

Síðani kom Rescue Sverri bátinum til hjálpar og sleipaði hann á Miðvág.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233