Hondbóltslandsliðið hjá monnum úttikið - eingin Elias og eingin Ísak

Hondbóltslandsliðið hjá monnum úttikið - eingin Elias og eingin Ísak
Peter Bredsdorff-Larsen hevur nú teir 16 menninar, sum skulu royna at spæla Føroyar til HM í Týsklandi, sum verður í januar næsta ár. Og Elias er ikki millum teir úttiknu.
Tað fer at liggja meira á Óla Mittún í dystunum móti Bosnia, tí Elias Ellefsen á Skipagøtu er skaddur
 
17.04.2026 - 13:32

Rundan um hálvan mai fáa vit at vita, um eisini hondbóltsmenninir fara at klára at spæla seg HM-endaspæl. Kvinnurnar megnaðu tað fyri einum ári síðan, tá tær spældu seg til HM-endaspælið í Týsklandi, sum varð spælt í november-desember. 

Fyrstu ferðina menninir royndu var fyri tveimum árum síðan, tá teir spældu tveir dystir móti Norðurmakedonia, men tað miseydnaðist tá teir gjørdust eitt mál ov stuttir. Nú fáa teir so enn ein møguleika, hesaferð móti Bosnia-Herzegovina, og dystirnir vera 14. og 16. mai. Tann fyrri verður á útivølli í Tuzla og tann seinni verður á heimavølli við Tjarnir leygardagin 16. mai.

Treytirnar eru rímiliga einfaldar, tí treytirnar eru tær somu, sum tær vóru seinast, at tann, sum vinnur samanlagt, sleppur við til HM, sum verður í Týsklandi í seinnu hálvu av januar mánað næsta ár.

Spurningurin er so, hvussu stóran týdning tað hevur, at Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki er tøkur til dystirnar hesaferð. Elias dregist framvegis við skaðan, sum hann hevði í økslini til EM-kappingina, og hann hevur so at siga ikki spælt síðan hann var til EM. Og so er Ísak Vedelsbøl heldur ikki við. Hann fekk ein skaða beint undan EM-kappingini, men spældi kortini. Skaðin var tó so ringur, at hann og felagið, sum hann nú fer frá, valdu at hann skuldi taka eina skurðviðgerð, so hann kann vera klárur til uppstartin í nýggja felagnum, tá hann skiftir til HØJ Elite í summar.

Teir, sum eru úttiknir til dystirnar eru hesir: 

Málverjar:
Pauli Jacobsen, Sandnes (NOR)
Tóraldur Kollsker, H71

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona (SWE) (Neistin)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Óli Mittún, GOG (DEN)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)
Peter Krogh, H71
Bjarni í Selvindi, Valur (ISL) (StÍF)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (DEN) (Neistin)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Helgi Hildarson Hoydal, H71

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN) (Neistin)
Leivur Mortensen, HC København (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL) (StÍF)

Sum vit síggja, so eru bara tríggir spælarar, sum hava sína dagligu gongd í føroysku landskappingini, restin spælir uttanlands. Og teir tríggir spæla allir í H71.

Men tað er kanska ikki so løgið, tá hugsað verður um, hvussu nógvir av hinum spælarunum hava sín hondbóltsuppruna í Hoyvík, so eru tað 11 - og tá telja vit Peter Krogh uppí. Av hinum eru tríggir, sum hava sín hondbóltsuppruna úr Neistanum og tveir úr StÍF.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365