Vil frætta frá teimum sum vilja taka niður apotek

Vil frætta frá teimum sum vilja taka niður apotek
Landsverk vil hava tilboð frá teimum, sum vilja taka niður Suðuroyar apotek, sum skal høvuðsumvælast
Mynd: Apotek.fo  
 
16.04.2026 - 07:28

Landsverk vil hava tilboð frá teimum, sum vilja taka niður Suðuroyar apotek, sum skal høvuðsumvælast.

Freistin at koma við tilboði er 30. apríl.

Og tann dagin vera tilboðini latin upp.

Vinnari verður kunngjørdur 1. juni.

Í fjør summar noyddist apotekið at flyta, tí blámusoppur var í bygninginum hjá apotekinum.

Tvøroyrar kommunan gjørdi av at leiga apotekinum Sjógøtu 2 í eitt ár, men leigusáttmálin kundi tó vara til árslok 2026.

Nú hevur býráðið so avgjørt, at apotekið sleppur at leiga til 1. august 2027. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365