Løgtingið: Hesar løgtingsnevndirnar skulu viðgera hesi løgtingsmálini

Løgtingið: Hesar løgtingsnevndirnar skulu viðgera hesi løgtingsmálini
Løgtingsformaðurin, Johan Dahl, hevur nú gjørt av, hvussu løgtingsmálini skulu býtast í løgtingsnevndunum.
Johan Dahl, løgtingsformaður, hevur avgjørt, hvørjar løgtingsnevndir skulu viðgera ávís løgtingsmál
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.04.2026 - 15:00

Løgtingsformaðurin, Johan Dahl, hevur nú gjørt av, hvussu løgtingsmálini skulu býtast í løgtingsnevndunum.

Tað skrivar løgtingið í tíðindaskrivi.

Løgtingsmál frá løgmanni verða beind í rættarnevndina, og yvirtøkumál í uttanlandsnevndina.

Uttanríkis- og fiskivinnumál í uttanlandsnevndina og vinnunevndina.

Fíggjarnevndin skal viðgera fíggjarmál og uppskot til verklagslógir.

Vinnunevndin skal viðgera vinnumál, meðan rættarnevndin skal viðgera uppskot í útlendinga-, integratións- og kommunumálum.

Mál úr almanna- og bústaðarmálaráðnum verða beind í trivnaðarnevndina, men arbeiðsmarknaðar-, arbeiðsumhvørvis- og vanlukkutryggingarmál skulu viðgerast í rættarnevndini.

Heilsu- og orkumál skal trivnaðarnevndin viðgera, tó verða orku- og umhvørvismál og byggimál beind í vinnunevndina, og navnamál í mentanarnevndina.

Mentanarnevndin fær mentamál, meðan trivanaðarnevndin skal viðgera serforsorgarmál um børn og ung.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365