ES klárt við aldursavmarkandi app til sosialu miðlarnar

ES klárt við aldursavmarkandi app til sosialu miðlarnar
ES-nevndin er í næstum klár við einari app, sum skal vátta aldurin hjá brúkarum á sosialum miðlum, sigur Ursula von der Leyen, forkvinna
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
15.04.2026 - 12:00

"Tekniska arbeiðið er liðugt, og í næstum kann appin takast í nýtslu,"  sigur forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, á tíðindafundi í dag.

"Endamálið við appini er at verja børn móti skaðiligum tilfari á sosialu miðlunum."

Talan er um eina app, sum kann takast niður, og sum váttar aldurin hjá brúkarum, tá ið talgildar tænastur verða brúktar, sigur ES-nevnarforkvinnan.


Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

 

Forboð í Avstralia

Í desember í fjør setti Avstralia sum fyrsta landið í heiminum forboð í verk, sum noktar børnum og ungum undir 16 ár atgongd til sosialar miðlar.

Men eisini fleiri evropeisk lond hava ætlanir um at avmarka atgongdina hjá børnum og ungum til sosialu miðlarnar, eitt nú Bretland, Týskland, Danmark og Noreg hava víst áhuga fyri líknandi tiltaki.

Eisini nýggja samgongan við Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum hevur sett sær fyri at seta 15 ára aldursmark á sosialar miðlar, sum tað stendur í samgonguskjalinum.

Í morgin hevur franski forsetin, Emmanuel Macron, kallað inn til talgildan toppfund fyri at fáa undirtøku fyri einum evropeiskum uppskoti, sum noktar børnum atgongd til sosialar miðlar.

Tíðliga í ár samtykti franska tjóðartingið eitt lógaruppskot, sum noktar børnum undir 15 ár at brúka sosialar miðlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365