Harta landsstýrið fyri ikki at virða javnstøðuna

Harta landsstýrið fyri ikki at virða javnstøðuna
Demokratia og Javnstøðunevndin finnast at kynsbýtinum í nýggja landsstýrinum
Halla Nolsøe Poulsen er forkvinna í Javnstøðunevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.04.2026 - 09:23

Eisini felagsskapurin Demokratia hartar nýggja landsstýrið fyri ikki at virða javnstøðuna.

Við yvirskriftini "Javnstøða skal vísast, ikki lýsast" hartar Demokratia samgonguna fyri ikki at halda tað, tey sjálvi skriva í samgonguskjalinum. Har stendur at "vit skulu hava javnstøðu í huga í øllum samfelagsligum evnum."

- Demokratia fegnast um føgru orðini, men harmast um, at tey ikki verða víst í verki, sigur felagsskapurin í almennari fráboðan.

 

Slær egnu orð upp í glens

Javnstøðunevndin finst hvassliga at kynsbýtinum í nýggja landsstýrinum, har tað vera fimm menn og tvær kvinnur.

- Samgongan slær síni egnu orð upp í glens. Ósvitaliga signalið frá nýggju samgonguni til okkum øll - heimabúgvandi og útisetar, er, at javnstøða skal altíð takast í álvara, uttan tá tað ræður um veruliga valdsbýtið, skrivar Javnstøðunevndin í yvirlýsing í gjárkvøldið.

Halla Nolsøe Poulsen, forkvinna, segði soleiðis við útvarpið klokkan átta:

 

10042026_Halla_um_javnstodu

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233