Oscars-heiðurslønirnar verða handaðar í nátt

Oscars-heiðurslønirnar verða handaðar í nátt
Í kvøld verða Oscars-heiðurslønirnar handaðar fyri 98. ferð, og stóri favoritturin er filmur "Sinners", sum hevur sett met við 16 tilnevningum
Oscars-verturin, Conan O'Brian, hevur rulla longu reyðmottuna út, og alt er klárt til at halda Oscars-heiðurslønirnar fyri 98. ferð
Mynd: Academy of Motion Picture Arts & Sciences  
 
15.03.2026 - 11:26

So er tað í kvøld, at bestu avrikini innan filmsídnaðin skulu heiðrast, tá 98. Oscars-handanin verður í Dolby Theater í Hollywood, Los Angeles.

Filmurin "Sinners" gongur á odda við ikki færri enn 16 tilnevningum, sum er met.

Honum á baki kemur "One Battle After Another" við 13 tilnevningum.

Aðrir tilvendir filmar eru "Bugonia," "F1," "Frankenstein," "Hamnet," "Marty Supreme," "The Secret Agent," "Sentimental Value" og "Train Dreams."

 

SÍ EISINI: 98. Oscars-tilnevningarnar 

 

Bestu sjónleikararnir

Tá tað kemur til bestu sjónleikaraavrikini, so eru teir tilnevndu menninir Timothée Chalamet ("Marty Supreme"), Leonardo DiCaprio ("One Battle After Another"), Ethan Hawke ("Blue Moon"), Michael B. Jordan ("Sinners") og Wagner Moura ("The Secret Agent").

Tær bestu kvinnurnar eru Jessie Buckley ("Hamnet"), Rose Byrne ("If I Had Legs I'd Kick You"), Kate Hudson ("Song Sung Blue"), Renate Reinsve ("Sentimental Value") og Emma Stone ("Bugonia").

Sum siðvenja er, so koma sjónleikararnir, ið vunnu í fjør, at handan gyltu standmyndina til ársins vinnarar. Tey eru Mikey Madison, Adrien Brody, Kieran Culkin og Zoe Saldaña.


Mynd: Academy of Motion Picture Arts & Sciences

 

Kend fólk og framførslur

Nógv onnur kend fólk koma at handa virðislønir, eitt nú Javier Bardem, Anne Hathaway, "One Battle After Another"-spírin Chase Infiniti, "Hamnet"-stjørna Paul Mescal, "Marty Supreme"-stjørnan Gwyneth Paltrow, sjónvarpsverturin og fyrrverandi Oscars-verturin Jimmy Kimmel, Wagner Moura, ið er tilnevndur til besta sjónleikara fyri "The Secret Agent" og farðir og sonur, Bill og Lewis Pullman.

Tvær tónleikaframførslur vera á skránni av tveimum av sangunum, ið eru tilnevndir til besta sang, "Golden" frá from Netflix-filminum "KPop Demon Hunters" og "I Lied to You" from "Sinners." Ejae, Audrey Nuna and Rei Ami fara at framføra "Golden," meðan stjørnurnar úr "Sinners", Miles Caton og Raphael Saadiq, fara at framføra "I Lied To You."


Her eru øll tey tilnevndu (Mynd: Richard Harbaugh / The Academy)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941