Javnaðarflokkurin: Eitt trygt heim er ein menniskjarættur í Føroyum

bannari
Javnaðarflokkurin: Eitt trygt heim er ein menniskjarættur í Føroyum
Javnaðarflokkurin leggur dent á at fáa øll við, at gera tað betri fyri lesandi í Føroyum, og eisini at fáa tey við, sum veruliga eru uttanfyri arbeiðsmarknaðin
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, legði valskránna fram í dag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.03.2026 - 18:14

Tað var fullsett í Javnaðarhølunum, tá Aksel V. Johannesen, floksformaður, og Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, løgdu fram valskránna hjá flokkinum til løgtings- og fólkatingsvalini.

Aksel V. Johannesen, formaðurin í Javnaðarflokkinum, almannakunngjørdi eina drúgva valskrá. 

Til seinasta løgtingsval var tað stytta arbeiðsvikan, sum stóð ovast - ella øgiliga ovarlaga í valskránni. Men tá formaðurin í dag legði nýggju valskránna fram, var stytta arbeiðsvikan ikki nevnd við einum einasta orði.

Stytta arbeiðsvikan er tó enn partur av valskránni, sigur Aksle V. Johannesen, men Javnaðarflokkurin hevur bara staðfest, at undirtøka ikki er fyri uppskotinum. Tí er hon ikki longur eitt kardinalpunkt, sum hon í roynd og veru var til seinasta val.

Ístaðin leggur flokkurin høvuðsdent á trý punkt, har tað fyrsta er at fáa øll við. 

Tjóðarsemjan er eisini eitt punkt á skránni hjá Javnaðarflokkinum, sum í grundini hevur leitt politisku samráðingarnar á tí økinum. Og tað er framvegis á skrá, sigur Aksel V. Johannesen: 

Tá útreiðslurnar økjast, so má onkur gjalda tað sum tað kostar, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.

Segði Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, millum annað, eftir, at hann hevði lagt valskránna hjá flokkinum fram seinnapartin.

Trýst á pílin niðanfyri og hoyr alt innslagið, sum var sent í tíðindunum í kvøld:

1800833

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941