Danska sendistovan í Iran stongd

Danska sendistovan í Iran stongd
Hetta er gjørt av trygdarávum, og øll starvsfólkini á sendistovuni eru farin av landinum
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.03.2026 - 15:28

Danska sendistovan í iranska høvuðsstaðnum Teheran er stongd. 

Øll starvsfólkini á sendistovuni eru farin av landinum. 

Tað var gjørt fyri nøkrum døgum síðani, men av trygdarávum er hetta hildið loyniligt til nú. 

Tað segði Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, á tíðindafundi fyri løtu síðani:

 

10032026_Sendistova_i_Iran

 

Lars Løkke Rasmussen upplýsti eisini, at 110 fólk eru skrásett á listanum yvir danskar ríkisborgarar í Iran. 

Tey hava fingið boð um at venda sær til donsku sendistovurnar í grannalondunum, eitt nú í Turkalandi, ella til myndugleikarnar heima í Danmark, um tey hava tørv á hjálp.

Lars Løkke Rasmussen leggur í sama viðfangi dent á, at tey 110 fólkini á listanum fleiri ferðir eru biðin um at fara úr Iran. 

Fleiri onnur lond hava eisini stongt sínar sendistovur í Teheran. 

Í morgun boðaði USA frá, at kríggið móti Iran gongur væl, at Iran fer at tapa, og at dagurin í dag verður ógvusligur.

Iran hevur higartil hvørki viljað tosað um vápnahvíld ella diplomatiska loysn við USA.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941