Føroyski báturin leggur upp til kapping um nýggja skipstroyggju

Føroyski báturin leggur upp til kapping um nýggja skipstroyggju
Tað siga Urd Johannesen og Sissal Kristiansen, nú Mentanarvikan í Runavíkar kommunu skipar fyri einari kapping um skipstroyggjur
Sissal Kristiansen og Urd Johannesen
Mynd: Elin Michelsen  
 
05.03.2026 - 11:00

Urd Johannesen, mentanarleiðari í Runavíkar kommunu, og Sissal Kristiansen, íverksetari og sniðgevi, siga, at kappingin um at sniðgeva og binda eina nýggja skipstroyggju er við støði í føroysku siðvenjuni og sniðgevingini, sum eisini leggur upp til eina ávísa nýhugsan.

Evstamark fyri innlating av skipstroyggjum til kappingina er týsdagin 14. apríl 2026 klokkan 16 og vinningurin fyri bestu skipstroyggjuna er 5.000 krónur.

Í samrøðuna verður greitt frá hvørjar treytir nýggja skipstroyggjan skal lúka, samstundis sum tað eisini verður greitt frá nøkrum av tí, sum verður á skránni á Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu, ið verður í døgunum frá 19. til 26. apríl.

Tú kanst hoyra samrøðuna við Urd Johannesen og Sissal Kristiansen her!

1798848

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365