Tjørnuvíkartunnilin: Vilja hava greitt svar frá landsstýriskvinnuni

Tjørnuvíkartunnilin: Vilja hava greitt svar frá landsstýriskvinnuni
Fundur verður í bygdarhúsinum í Tjørnuvík í kvøld, og tá fær Ruth Vang handaðar undirskriftir frá fólki, sum vlja hava tunnilin
Landsverk metir, at tunnilin til Tjørnuvikar fer at kosta 200 milliónir kr.
 
18.02.2026 - 12:48

Sunda kommuna og fólk í Tjørnuvík vilja nú hava greitt at vita, hvat verður av tunlinum til bygdina.

Klokkan seks í kvøld seta tey Ruth Vang, landsstýriskvinnu í samferðslumálum, stevnu í bygdarhúsinum í Tjørnuvík. 

Landsstýriskvinnan í samferðslumálum fær tá handaðar undirskriftir frá fólki, sum vilja hava tunnilin. 

Í fíggjarlógini fyri í ár eru tríggjar milliónir settar av til Tjørnuvíkartunnilin, og á langtíðarjáttini aðrar 10 milliónir um árið í 2027 og 2028.

Harumframt standa, sambært landsstýriskvinnuni, umleið 12 milliónir krónur av óbrúktari játtan frá undanfarnum árum, sum kunnu brúkast til Tjørnuvíkartunnilin.

Men Ruth Vang vil hava eina politiska avgerð um Tjørnuvíkartunnilin, sum sambært Landsverki fer at komsta umleið 200 millónir krónur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

18022026_Tjornuvikartunnil

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andgletturin - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436