Landsapotekarin sagt seg úr starvi

Landsapotekarin sagt seg úr starvi
Hjalti Gunnarstein skal ikki møta aftur til arbeiðis. Ingun Hansen er sett sum fyribils landsapotekari
Hjalti Gunnarstein fer úr starvinum sum landsapotekari beinanvegin.
 
18.02.2026 - 12:49

Hjalti Gunnarstein hevur sagt seg úr starvi sum landsapotekari.

Uppsøgnina læt hann Almanna- og Heilsumálaráðnum í gjár.

Aðalstjórin tók ímóti og kunnaði hann um, at uppsøgnin fær virknað beinanvegin. 

Tað merkir, at Hjalti Gunnarstein ikki skal møta aftur til arbeiðis.

Hann fær sína vanligu løn henda mánaðin aftrat, og frítíð og annað, sum hann eigur til góðar, verður uppgjørt sambært vanligu reglunum.

 

Landsapotekari síðani 2017

Hjalti Gunnarstein bleiv settur í starv sum landsapotekari á sumri í 2017. Hann hevði tá í tveimum umførum verið virkandi landsapotekari.

Hjalti Gunnarstein er 66 ára gamal.

Ingun Hansen er sett sum fyribils landsapotekari, og hon tekur við starvinum beinanvegin, upplýsir Almanna- og Heilsumálaráðið.

Ingun Hansen er apotekari á Eysturoyar apoteki.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436