Kongur komin til Grønlands

Kongur komin til Grønlands
Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður, og Kim Kielsen, formaður í landstinginum, tóku ímóti á flogvøllinum í Nuuk
Fríðrikur kongur er komin á vitjan í Grønlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.02.2026 - 14:15

Fríðrikur kongur er komin til Grønlands á vitjan.

Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður, og Kim Kielsen, formaður í landstinginum, tóku ímóti á flogvøllinum í Nuuk.

Í dag vitjar kongur í Nuuk.

Hann vitjar miðnám, Royal Greenland, Arktis Kommando, hann hittir næmingar í Arktisk Basisuddannelse, og fer til kaffimik í mantanarhúsinum Katuaq. 

Í morgin fer kongur til Maniitsoq, og fríggjadagin til Kangerlussuaq, haðani hann fer aftur til Danmarkar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436