Búskaparfrøðingur: Demografiska gongdin í Suðuroy er sera vánalig

Búskaparfrøðingur: Demografiska gongdin í Suðuroy er sera vánalig
Burðaravlopið er støðugt negativt, men fráflytingin vigar eisini tungt, sigur Hans Kári Vang
Hans Kári Vang, búskaparfrøðingur.
Mynd: Kommunufelagið  
 
18.02.2026 - 13:50

Demografiska gongdin í Suðuroy er ikki bara vánalig, hon er sera vánalig.

Tað gjørdi Hans Kári Vang, búskaparfrøðingur, greitt í framløgu síni á borgarafundinum í Salti mánakvøldið.

Hagtølini siga, at 1985 búðu 5.882 fólk í Suðuroynni, men í januar í ár var talið minkað niður í 4.492 fólk.

Tað eru 1.390 fólk færri, sum svarar til 23,6 prosent.

Orsøkin til gongdina er, at burðaravlopið er støðugt negativt, og tað er ringt í sjálvum sær. Men fráflytingin vigar eisini tungt, og har eru tað helst marknaðarkreftirnar, sum virka ímóti Suðuroynni, sigur Hans Kári Vang.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

18022026_Hans_Kari

  


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436