Fótbóltskvinnurnar tiknar út til HM-undankappingardyst

Fótbóltskvinnurnar tiknar út til HM-undankappingardyst
Pætur Smith Clementsen hevur kunngjørt tær 20, ið eru tiknar út til dystirnar móti Kýpros og Grikkalandi í næstum. Nýggj í hópinum er Súsanna Laksáfoss Godtfred úr HB
Føroysku fótbóltskvinnurnar vandu fyri kortum í Havn sum liður í fyrireikingunum til nýggju HM-undankappingina
Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF  
 
16.02.2026 - 18:30

Súsanna Laksáfoss úr HB er tikin út til fótbóltslandsliðið fyri fyrstu ferð, nú Føroyar skulu spæla venjingardyst ímóti Kýpros og HM-undankappingardyst ímóti Grikkalandi í næstum.

Landsliðsvenjarin hevur tikið 20 spælarar út til hópin, sum spælir á útivølli ímóti Kýpros 2. mars og á útivølli ímóti Grikkalandi 7 mars.

 - Tað kennist mega gott, og eg gleði meg til at royna tað eisini, sigur 19 ára gamli miðvallarin, sum skifti úr B36 til HB í summarsteðginum í fjør. 

 - Eg havi altíð arbeitt sjálvstøðugt eftir venjing og gjørt styrki, so hetta er nakað, eg havi arbeitt fram ímóti.

KÍ og HB eiga flestar spælarar í landsliðshópinum hesa ferð. Sjey spæla í Klaksvík, meðan seks umboða tær reyðu og svørtu úr Havn. Tríggjar spæla í feløgum uttanlands.

 

Føroyski hópurin:

Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ 
Sanna Svarvadal, KÍ
Sólja Ernstdóttir, KÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Gunnvá Lützen, HB
Teresa Jacobsen, HB
Rúna Jacobsen, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Sara Samson Shaki, HB
Súsanna Laksáfoss Godtfred, HB
Heidi Sevdal, NSÍ
Anna Caroline Brændstrup, Gil Vicente (Portugal)
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Fridrikka Maria Clementsen, ÍBV (Ísland)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436