H-bygningurin: Sýnsmaðurin hevur ikki tikið allar útreiðslur við

H-bygningurin: Sýnsmaðurin hevur ikki tikið allar útreiðslur við
Hetta er orsøkin til, at sýnsmetingin um lekarnar í H-bygninginum fyrst var 14,5 mió. kr., men síðani bleiv 33,8 milliónir
Arbeiðið at tetta lekar í H-bygninginum verður ikki liðugt fyrr enn næsta ár, væntar Landsverk.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.02.2026 - 07:54

Tað tykist sum sýnsmaðurin ikki hevur tikið við útreiðslur til ráðgeving, fakeftirlit, rakstur á byggiplássinum, verkætlanarleiðslu ella óvæntaðar útreiðslur.

Metingin um fylgiskaðar er sannlíkt ov lág.

Og so kemur sakarmálskostnaður, sum landið í fyrsta umfari skal gjalda.

Landsverk hevur haraftrat saman við ráðgeva og arbeiðstakara staðfest aðrar og øðrvísi trupulleikar, sum elva til leka.

 

Meira enn tvífalt so dýrt

Hetta er orsøkin til, at sýnsmetingin um lekarnar í H-bygninginum fyrst var 14,5 mió. kr., men síðani bleiv 33,8 milliónir.

Hesa frágreiðing hevur fíggjarnevndin fingið frá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, sum fekk frágreiðingina um málið frá Landsverki.

Landsverk sigur, at trupult er at síggja, hvat sýnsmaðurin tók við og ikki tók við í sína meting.

Arbeiðið at beina fyri lekunum verður væntandi ikki liðugt fyrr enn næsta ár, sigur Landsverk.  

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andgletturin - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436