Breddin: Evropa vil gera seg leyst av amerikanskari tøkni

Breddin: Evropa vil gera seg leyst av amerikanskari tøkni
Í sendingini í dag spyrja vit, um vit kunnu líta á amerikanskar tøknirísar, ella um tíðin er komin til at venda amerikanskari tøkni bakið
Amerikanskir tøknirisar eru evni í Breddanum í dag.
 
13.02.2026 - 09:18

Vit eru í stóran mun bundin at amerikanskari tøkni. 

Vit brúka hana privat, tá vit ferðast á sosialum miðlum, og lítil ivi man vera um, at hetta er vorðið størsti pallur hjá almenna kjakinum. 

Tí verður eisini javnan sett spurnartekn við tøknirisarnar, sum ráða har, tí vangar verða javnan strikaðir fyri politiskar meiningar - ella minni enn tað.

Vit nýta eisini hesa tøknina til arbeiðis, tá vit brúka forrit sum Teams, Word og Excel.

Og í einari verð, har heimspolitiska støðan bara gerst spentari, er Evropa nú farið at tosa um at gerast óheft av amerikanskari tøkni. Í Fraklandi er eitt nú avgjørt, at almennir stovnar skulu gevast at brúka amerikanskar tænastur. 

Í sendingini í dag spyrja vit, um vit kunnu líta á amerikanskar tøknirísar, ella um tíðin er komin til at venda amerikanskari tøkni bakið.

Breddin klokkan 10.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436