Mette Frederiksen: Danmark skal ikki vera bundið at stórveldum

Mette Frederiksen: Danmark skal ikki vera bundið at stórveldum
Stjórnar- og ríkisleiðarar í ES viðgera í dag spurningin, hvussu londini kunnu gerast meira búskaparliga sjálvbjargin
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og hinir ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES hittast í Belgia í dag.
Mynd: Nicolas Tucat/AFP/Ritzau Scanpix  
 
12.02.2026 - 11:43

Danmark eigur ikki at vera búskaparliga bundið at stórveldum sum Kina, Russlandi og USA.

Tað sigur danski forætisráðharrin, Mette Frederiksen, sum í dag fer á fund við ríkis- og stjórnarleiðarar í ES.

- Tað er lætt at síggja, at tá ósemja er millum Kongsríki Danmarkar og USA um framtíðina hjá Grønlandi, trýstir USA við handilstiltøkum. Vit skulu ikki vera bundin at nøkrum, sigur Mette Frederiksen:

 

METTE_STORVELDI

 

Stjórnar- og ríkisleiðarar í ES hittast í dag í belgiska býnum Liége.

Ovast á breddanum er, hvussu ES verður meira búskaparliga sjálvbjargið og ikki bundið at stórveldum sum Kina og USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436