Hava rannsakað íbúðina hjá Jagland

Hava rannsakað íbúðina hjá Jagland
Fyrrverandi norski forsætisráðharrin er undir illgruna fyri grovt mutur, og órinið sum aðalskrivari í Evroparáðnum er tikið frá honum
Thorbjørn Jagland - Økokrim hevur rannsakað íbúð hansara í Oslo.
Mynd: Ludovic Marin/AFP/Ritzau Scanpix  
 
12.02.2026 - 13:43

Norska ríkisløgreglan, Økokrim, hevur fyrrapartin rannsakað íbúðina hjá fyrrverandi forsætisráðharranum, Thorbjørn Jagland.

Tað skriva norskir miðlar.

Thorbjørn Jagland hevur eisini verið aðalskrivari í Evroparáðnum og leiðari í norsku Nobel-nevndini.

At Økokrim rannsakar íbúðina hjá Torbjørn Jagland, kemur eftir, at hann misti órin sítt í Evroparáðnum, har hann var aðalskrivari frá 2009 til 2019. 

Jagland hevur havt órin fyri arbeiði sítt sum aðalskrivari, men ein samd ráðharranevnd í Evroparáðnum avgjørdi at taka órinið, immunitetin, frá honum í gjár.

Si videobrot frá NRK:

 

JAGLAND_RANNSAKAN

 

Grovt mutur

Thorbjørn Jagland er undir illgruna fyri at hava framt groft mutur, eftir at navn hansara fleiri ferðir er nevnt í teimum nýggjastu Epstein-skjølunum, sum amerikanska løgmaálaráðið almannakunngjørdi í síðstu viku.

Deyði ríkmaðurin, Jeffrey Epstein, er dømdur fyri kynslig brotsverk.

Sambært Økokrim fara tey at kanna, um Jagland hevur fingið gjøld ella veitingar, so sum gávur, ferðir og lán, tíðarskeiðið 2009 til 2019.

Sambært verja hansara, sigur Jagland seg einki revsivert hava gjørt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436