Eingin avtala millum Trump og Netanyahu

Eingin avtala millum Trump og Netanyahu
Amerikanski forsetin sigur, at hann leggur dent á, at samráðingarnar við Iran um kjarnorkuvápn halda fram
Trump og Netanyahu hittust í Washington í gjár.
Mynd: Jerusalem Post  
 
12.02.2026 - 15:24

Eingin avtala var gjørd millum ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, og amerikanska forsetan, Donald Trump, í Hvítu húsunum í gjár.

Tað skrivar Trump á sosiala miðli sínum, Truth Social, sambært Ritzau.

- Einki endaligt spurdist burturúr, men eg legði dent á, at samráðingarnar við Iran halda fram í eini roynd at vita, um at ein avtala fæst í lag, skrivar Trump.

Trump sigur, at talan var um ein góðan fund við ísraelska stjórnarleiðaran. Hann var hildin í sambandi við, at USA hevur tikið samráðingarnar við Iran um kjarnorkuvápn uppaftur.

Endamálið við ferðini hjá Netanyahu í USA var at fáa Trump at fara "harðligari til verka"  móti Iran. 

Ísraelski forsætisráðharrin hevur ikki gjørt viðmerkingar til fundin við amerikanska forsetan. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436