Ávara fólk ímóti at fara til Kuba

Ávara fólk ímóti at fara til Kuba
Trot er á matvørum og heilivági, og nógv flogfeløg eru givin at flúgva hagar
Amerikanskt flogfar í altjóða floghavnini á Kuba. Nógv flogfeløg eru givin at flúgva til Kuba.
Mynd: Norlys Perez/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.02.2026 - 08:11

Fólk vera nú ávarað móti at fara til Kuba.

Ein stongsil hjá USA ger, at flogfør fáa ikki bunkrað bensin har, tí einki flúgvarabensin er.

Har er eisini trot á matvørum og heilivági.

Nógv flogfeløg eru givin at flúgva til Kuba.

Danska uttanríkismálaráðið biður fólk um at fylgja væl við støðuni á Kuba í fjølmiðlunum.

 

Eingin ferðavegleiðing

Danmark hevur onga ferðavegleiðing um Kuba. Danmark hevur heldur ikki sendiráð á Kuba. 

Uttaníkismálráðið mælir tí fólki til at kanna, hvat onnur lond siga.

Íslendska uttanríkisráðið heitir á fólk um at hugsa seg um tvær ferðir, áðrenn tey fara til Kuba.

Og teir íslendingar, sum eru á Kuba, eru bidnir um at hugsa um at fara haðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436