Føroyar økja samstarvið við Kanada um trygd og verju

Føroyar økja samstarvið við Kanada um trygd og verju
Ætlanin er, at Føroyar, Danmark, Grønland og Kanada skriva undir semjuskjal seinni í hesi vikuni
Sirið Stenberg er landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum.
 
11.02.2026 - 13:13

Føroyar fara at økja samstarvið við Kanada um trygd og verju. 

Samstarvið er partur av einum nýggjum semjuskjali um verjumál, sum Grønland og Danmark eisini eru við í. 

Ætlanin er at  skriva undir avtaluna millum londini á stóru trygdarráðstevnuni í München seinni í vikuni, har Føroyar eisini verða við.

Løgtingið samtykti einmælt í mai 2024 uppskot til samtyktar frá Høgna Hoydal, sum tá var landsstýrismaður, um tjóðartrygdarpolitikk. Tað sigur millum annað, at Føroyar skulu taka egna ábyrgd í trygdar- og verjupolitikki. 

Tingið tók sostatt undir við, at landsstýrið arbeiðir við tjóðartrygdarpolitikki, og semjuskjalið er ein liður í tí arbeiðinum. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

11022026_Semjuskjal

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436