Fleiri fáa demens fyri pensjónsaldur

Fleiri fáa demens fyri pensjónsaldur
Roðin, Nánd, Norðoya Bú- og Heimatænasta og VEKS hava skrivað undir samstarvsavtalu um dagtilhald og umlætting til yngri, sum hava demens
Okkurt bendir á, at fleiri fáa demenssjúku, áðrenn tey eru komin í pensjónsaldur.
 
11.02.2026 - 17:55

Okkurt bendir á, at fleiri fáa demenssjúku, áðrenn tey eru komin í pensjónsaldur.

Tað sigur Unn Justinussen, leiðari fyri demenstænastuni hjá eldrasamstarvinum Roðanum. 

Í gjár undirskrivaðu eldrasamstørvini Roðin, Nánd, Norðoya Bú- og Heimatænasta og VEKS samstarvsavtalu um dagtilhald og umlætting til yngri fólk við demensi. 

Í desember samtykti løgtingið einmælt, kommunurnar skulu hava dagtilboð og umlætting til fólk við demenssjúku, sum ikki eru komin í pensjónsaldur.

Avtalan verður skipað soleiðis, at Roðin hevur dagligu umsitingina av tilboðnum, og leiðsla og starvsfólk eru eisini starvssett í Roðanum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum og samrøðu við Unn Justinussen:

 

11022026_Demens-samstarv

 

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436