Krabbameinsfelagið vil hava viðgerðartrygd við tíðarfreistum

Krabbameinsfelagið vil hava viðgerðartrygd við tíðarfreistum
Felags móttøkan fyri krabbameinsávísingar í sjúkrahúsverkinum er fyrsta stigið, og næsta stig er viðgerðartrygd, sigur forkvinnan í Krabbameinsfelagnum
Durita Tausen er forkvinna í Krabbameinsfelagnum.
 
10.02.2026 - 18:00

- Vit skulu hava viðgerðartrygd við tíðarfreistum.

Tað sigur Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum.

Hon sigur, at felags móttøkan fyri krabbameinsávísingar í sjúkrahúsverkinum er fyrsta stigið, og næsta stig er viðgerðartrygd, tí tíðin hevur alstóran týdning í sambandi við krabbamein.

Fyri seks ár síðani handaði Krabbameinsfelagið táverandi landsstýri krabbameinsætlanina, sum staðfestir, hvat krevst fyri at fáa viðgerðartrygd í Føryum.

Danmark fekk viðgerðartrygd á krabbameinsøkinum fyri 20 árum síðani.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

10022026_Krabbamein_og_vidgerdartrygd

 


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619