Góð útróðrarlíkindi

Góð útróðrarlíkindi
Fiskaríið er brúkiligt, streymurin er góður og tá veðrið er hampiligt kann roknast við, at bátarnir fara út, heldur Fiskamarknaðurin
Góð líkindi at rógva út í næstu viku.
 
08.02.2026 - 12:09


Fiskamarknaðurin roknar við nakað av útróðri hesa vikuna. Fiskaríið er brúkiligt, streymurin er góður og tá veðrið er hampiligt kann roknast við, at bátarnir fara út.

Hjá línuskipunum liggur ísfiskalínuskipið, men tað fer væntandi út, nú veðrið og streymurim eru til vildar. Trý frystilínuskip eru við Ísland og átta eru við Føroyar. Tey fiska tosk og hýsu og nakað av longu og brosmu.

Nøkur teirra landa í næstu viku.

Tveir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum. Teir fiska tosk og nakað av svartkalva og blálongu og báðir landa helst síðst í vikuni. 

Tíggju partrolarar

Fimm partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni, tey flestu landa í vikuni. 

Fiskaríið hjá teimum er heldur slakari nú, skrivar Fiskamarknaðurin.

Fýra trolbátar eru norðanfyri. Teir fiska tosk og hýsu og nakað av flatfiski. Helst landa allir síðst í vikuni.

Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið hjá teimum er misjavnt, skrivar Fiskamarknaðurin, sum eisini sigur, at tvey teirra landa í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436