Útlendingastovan gav 1998 uppihaldsloyvi í fjør

Útlendingastovan gav 1998 uppihaldsloyvi í fjør
Í snarskipanini hava 260 fingið loyvi at arbeiða á fiskavirkjum og 169 í gistingarhúsum og matstovum
Frá 2016 til 2025 hava útlendingar í Føroyum fingið 229 hjúnafelagar og 353 børn til Føroya.
 
05.02.2026 - 08:29

Útlendingastovan gav í fjør 1998 uppihaldsloyvi, tey eru 1301 upprunaloyvi, 666 framlongd uppihaldsloyvi og 31 varandi uppihaldsloyvi. 

Í snarskipanini, sum kom í november 2022, hava 260 fingið loyvi at arbeiða á fiskavirkjum og øðrum slíkum virkjum, 169 hava fingið loyvi til at arbeiða í gistingarhúsum og í matstovum og 85 í fiskivinnuni.

Tølini eru í svari, sum Bárður á Lakjuni, tingmaður, hevur fingið frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu.

Í oktober í fjør búðu 2.605 útlendingar í Føroyum.

Frá 2016 til 2025 hava útlendingar í Føroyum fingið 229 hjúnafelagar og 353 børn til Føroya.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436