SEV rindar meiri fyri sólorku

SEV rindar meiri fyri sólorku
Tey stóru sólorkuverkini fáa upp í tvær krónur fyri kilovatttíman fyrstu 12 árini í loyvistíðarskeiðnum
Nýggju avrokningarprísirnir fyri sólorku koma í gildi 15. februar.  
Mynd: SEV  
 
05.02.2026 - 08:17

SEV fer nú at lata meira fyri sólorkuna, sum kemur inn á netið. 

Tey smáu sólorkuverkini, tey, sum eru upp til 11 kilovatt, fáa 1,45 kr. fyri kilovatttíman. Tey fáa 75 oyru nú.

Tey stóru sólorkuverkini fáa upp í tvær krónur fyri kilovatttíman fyrstu 12 árini í loyvistíðarskeiðnum.

Tey síðstu átta árini fáa tey eina krónu fyri kilovatttíman. Tey fáa 90 oyru nú.

Elveitingareftirlitið hevur góðkent hækkingina.

Nýggju avrokningarprísirnir koma í gildi 15. februar.  

Elveitingareftirlitið hevur góðkent eina munandi hækking í avrokningarprísinum fyri sólorku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436