Fýra skip fingið lodnukvotu í íslendskum sjógvi

Fýra skip fingið lodnukvotu í íslendskum sjógvi
Gøtunes, Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu hava fingið góð 293 tons hvør, og Høgaberg hevur fingið 440 tons av lodnu
Gøtunes hevur fingið 293 tons av lodnukvotuni í íslendskum sjógvi.
 
03.02.2026 - 15:10

Fýra uppsjóvarskip hava fingið lodnukvotu í íslendskum sjógvi.

Men kvotan er smábýtt, tí kunngerðin um størru kvotuna er ikki komin enn.

Kunngerðin, sum nú er, sigur, at føroyska kvotan er 1.760 tons, men síðani er íslendska heildarkvotan vorðin nógv størri.

Og sambært tí eiga Føroyar nú 9.446 tons.

Gøtunes, Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu hava fingið góð 293 tons hvør, og Høgaberg hevur fingið 440 tons av lodnu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436