App til elbilar skal stuðla undir grøna orkuskiftið

App til elbilar skal stuðla undir grøna orkuskiftið
Setur tú bilin at løða heima, kanst tú siga appini frá, nær tú skalt brúka bilin
Nógvar almennar løðistøðir eru kring landið, men fyri SEV er tað ein fyrimunur at fólk fáa sær løðistøðir heima.
Mynd: SEV  
 
03.02.2026 - 17:20

Nýggja appin, sum SEV í gjár tók í brúk til elbilarnar, skal vera við til at stuðla undir grøna orkuskiftið.

Setur tú bilin at løða heima, kanst tú siga appini frá, nær tú skalt brúka bilin. So kann hon sjálv syrgja fyri, at bilurin verður løddur við tøkari grønari orku um náttina, sigur Uni Reinert Petersen, leiðari á elbiladeildini hjá SEV. 

 


Uni Reinert Petersen.

 

Og tá SEV næsta ár kemur við ymiskum prísum fyri løðing av elbilum, kann appin vera við til at hjálpa kundunum at spara pengar til løðing:

 

03022026_SEV-app_1

 

Nógvar almennar løðistøðir eru kring landið, men fyri SEV er tað ein fyrimunur at fólk fáa sær løðistøðir heima.

Millum annað tí, at SEV frameftir kann stýra løðistøðunum eftir trýstinum í netinum. Tað fer at hava við sær, at netið verður vart. og so sleppur SEV undan at gera óneyðugar íløgur í netið, sigur Uni Reinert Petersen:

 

03022026_SEV-app_2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andgletturin - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436