40 bussskýli aftrat í ár og næsta ár

40 bussskýli aftrat í ár og næsta ár
188 steðgipláss eru í allari kommununi og 125 bussskýli
Tey 40 bussskýlini verða mett at kosta 1,2 milliónir kr.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
30.01.2026 - 08:27

Tórshavnar kommuna ætlar at gera 20 bussskýli í ár og 20 næsta ár fyri 1,2 mió. kr.

Talan er um reyðu bussskýlini. 

Tað var samtykt á býráðsfundi í gjár.

188 steðgipláss eru í allari kommununi og 125 bussskýli.

Vanliga ger rakstrardeildin hjá kommununi 10 bussskýli hvørt ár. 

 

Helvtin er nýggj

Helvtin verður upp sum nýggj. Hin helvtin verður brúkt, tá skýli skulu umvælast. 

Í løtuni eru ongi skýli á goymslu.

Kommunan ætlar eisini at seta upp glasbussskýli.

Tey vera 10 í tali, og tey vera á Hálsi, á Frælsinum, við Glasir, við Norðurlandahúsið og við Landssjúkrahúsið.

Umsitingin kannar snið, tilfar og prís.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andgletturin - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436