Úr Víkingi til Vendsyssel

Úr Víkingi til Vendsyssel
Ari Olsen hevur skift Víking út við Vendsyssel. 27 ára gamli høgri bakkurin hevur verið til royndarvenjing í eina tíð, og hevur nú gjørt sáttmála
Ari Olsen fær troyggju nummar 23
Mynd: Vendsyssel FF  
 
29.01.2026 - 13:37

Ari Olsen hevur gjørt ein hálvt annað ára sáttmála við danska Vendsyssel FF, sum spælir í triðbestu deildini. Ari Olsen skiftir frá Víkingi, har hann hevur spælt seinastu seks árini. Høgri bakkurin hevur seinastu vikurnar verið til royndarvenjing í Vendsyssel.

- Ari Olsen hevur prógvað seg seinastu vikurnar. Venjaratoymið hevur serliga bitið merkið í at Ari er arbeiðssamur og viljusterkur. Tí vænta vit okkum nógv av hesi undirskriftini, sigur Jens Hammer Sørensen.

Ari Olsen er uppvaksin á Skála, áðrenn hann í 2020 skifti til Víking. 27 ára gamli høgri bakkurin fylgir nú fótasporunum hjá øðrum føroyskum spælarum. Brandur Hendriksson, Hallur Hansson, René Shaki Joensen og Meinhard E. Olsen eru millum teirra, sum hava spælt við Vendsyssel.

Liðið liggur nummar seks í 2. deild, sum er triðbesta deildin í Danmark. Venjari er Kim Engstrøm, fyrrverandi venjari hjá HB. Felagið hevur eisini gjørt sáttmála við Emil Grønn Pedersen, sum í fjør spældi við HB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436