Bygdaleiðir skulu dagførast og mennast

Bygdaleiðir skulu dagførast og mennast
Strandferðslan søkir eftir verkætlanarleiðara í sambandi við komandi útbjóðing av Bygdaleiðum
Tá verkætlanin er liðug, verður starvið til fast starv í umsitingini, har uppgávu- og ábyrgdarøkið er tað sama, sigur Strandferðslan.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.01.2026 - 11:03

Strandfaraskip landsins ætla at dagføra og menna tænastuna hjá Bygdaleiðum.

Søkt verður eftir verkætlanarleiðara til komandi útbjóðing av Bygdaleiðum.

Verkætlanarleiðarin skal savna vitan og royndir frá verandi busskoyring, endurskoða verandi ferðaætlanir, endurskoða tænastustigið hjá Bygdaleiðum og endurskoða leistin fyri fíggjarstýring hjá Bygdaleiðum.

Leiðarin skal eisini dagføra menningarætlan um tøkni og samskiftismarkamót hjá Bygdaleiðum, gera kravfesting fyri bussarnar og umhvørvisloysnir, gera dagførdar mannagongdir um góðskustýring, eftirlit og trygd og samskipa løgfrøði og endaligt útboðstilfar.

Talan er um eitt fulltíðarstarv.

Tá verkætlanin er liðug, verður starvið til fast starv í umsitingini, har uppgávu- og ábyrgdarøkið er tað sama.

Umsóknarfreistin er 9. februar.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436