Víkingur hevur sett kvinnuvenjara – fulla tíð

Víkingur hevur sett kvinnuvenjara – fulla tíð
Víkingur hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Eilish McSorley, sum verður kvinnuvenjari í felagnum. Hon er sett fulla tíð
Eilish McSorley tosar við spælararnar hjá Víkingi
Mynd: Víkingur  
 
24.01.2026 - 10:10

32 ára gamla Eilish McSorley verður nýggjur venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Víkingi. Fyrrverandi skotski landsliðsspælarin hevur gjørt ein tvey ára sáttmála og er sett fulla tíð.

- Eilish er 32 ár og er úr Skotlandi. Hon er fyrrverandi yrkisspælari og hevur millum annað spælt við Glasgow City, Sassuolo og Våsterås. Hon hevur eisini umboðað skotska landsliðið. Eilish hevur eina bachelor í ítrótti og B-venjaraprógv. Hon hevur havt egið fótbóltsakademi, og verið venjari hjá FC Girvan U20 monnum, skrivar Víkingur.

Eilish McSorley er ikki heilt ókend í Føroyum, tí í fyrru helvt av 2025 var hon venjari hjá 07 Vestur kvinnum.

- Vit eru sera spent og glað fyri at hava fingið avtalu í lag við Eilish, og gleða okkum til samstarvið. Vit ivast ikki í, at hon eisini verður væl móttikin í Sarpugerði, har hon kemur at starvast fulla tíð, boðar Víkingur frá.

Kvinnurnar hjá Víkingi hava havt sínar fyrstu venjingar. Felagið boðar í tí sambandi frá, at tað eru fleiri nýggj andlit í hópinum, men at meira kunning kemur seinni. Víkingur endaði á fjórða plássi í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619