Trump hóttir nú við revsitolli

Trump hóttir nú við revsitolli
Amerikanski forsetin, Donald Trump hóttir nú NATO-lond, sum stuðla Danmark við ikki at lata Grønland frá sær, við revsitolli
Dondald Trump, amerikanski forsetin.
 
17.01.2026 - 18:33

- Frá 1. februar fer USA at seta 10 prosent revsitoll á allar vørur frá Danmark, Norra, Svøríki, Fraklandi, Týsklandi, Onglandi, Hollandi og Finnlandi, sum verða seldar til USA. Tað er vegna støðuna í Grønlandi, skrivar Donald Trump á Truth Sosial. 

Og hann leggur afturat, at "heimsfriðurin er í vanda"

- Nú eftir fleiri øldir er tíð uppá, at Danmark gevur nakað aftur. Heimsfriðurin er í vanda. Kina og Russland vilja hava Grønland, og tað er einki, sum Danmark kann gera við tað, skrivar Donald Trump.

Hann skrivar eisini, at tað er bara USA við Donaldi J. Trump, forseta, sum kann vera við í spælinum - og við góðum úrsliti. Eingin fer at nerta hetta heilaga landið, serliga tí at trygdin hjá USA og heimsins trygd er upp á spæl. 

- Við hesi nýggju tollhóttanini, leggur Trump brenni afturat bálinum um Grønland, sigur Lasse Engelbrecht, journalistur við serligum kunnleika til USA  í uttanlandsdeildini hjá DR. 

 

ES felags tollmúr

Tað eru fleiri, sum vísa á, at til ber ikki hjá Trump bara at pilka nøkur fá ES-lond burturúr og leggja toll á tey og ikki á onnur. ES hevur ein felags tollmúr og um hann vil seta eyka toll á eitt av londunum, so er hann noyddur at leggja sama eykatoll á øll ES-londini.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. februar
TEMAPLÁTAN: 'Blackout', Scorpions, 1982
204218
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Leygardag 14. februar
Upp á tá - 130226
204232
Leygardag 14. februar
Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin
204228
Leygardag 14. februar
Vikan 14. februar 2026
204225
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114