Sum ein friðarlig ólavsøka

Sum ein friðarlig ólavsøka
2. jólakvøld vóru nógv fólk í býnum í Havn, men tað var friðarligt - og í Klaksvík koyrdu tey skeivan veg á einum einsrættaðum vegi
 
27.12.2025 - 10:34

Politiið gjørdi kanningar í Klaksvík í gjár í Kráargøtu fyri at vita, hvussu fólk koyrdu. Politiið gav fýra klipp í koyrikortið fyri at koyra skeivan veg á einsrættaðum vegi.

Og fýra bilar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt. Fyri tað gav løgreglan trý klipp og eina frádøming.

Í býnum í Havn sigur løgreglan, at tað hevur verið sum á ólavsøku, men at tað hevur verið friðarligt.

Um 4-tíðina var eitt harðskapsmál. Ein persónur er handtikin fyri at sláa, og hann verður skuldsettur fyrrapartin og leyslatin.

Stutt eftir 06.30 fekk politiið fráboðan um, at ein bilur var farin út av vegnum á Signabø. Bilurin er vrak, og tvey fólk eru farin á Landssjúkrahúsið til kanningar. Politiið visti ikki at siga, hví bilurin var farin útav.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304