Russland: Fregnartænastan hjá donsku verjuni villleiðir

Russland: Fregnartænastan hjá donsku verjuni villleiðir
Russland hevur ongan áhuga í kríggi, men tað er NATO, sum fyrireikar seg til kríggj, sigur russiska sendistovan í Danmark
Russiska sendistovan í Keypmannahavn.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
12.12.2025 - 08:28

Fregnartænastan hjá donsku verjuni villleiðir, sigur russiska sendistovan í Danmark, nú fregnartænastan í nýggjari hóttanarmeting sigur, at hernaðarliga hóttanin úr Russlandi fer at vaksa næstu árini.

Tað sigur sendistovan í skrivligum boðum til danska TV2 í gjár.

Eisini sigur sendistovan, at Danmark leggur upp til eina spentari støðu við m.a. at steðga innflutningi av russiskum gassi og olju.

 

NATO fyrireikar seg til kriggj

- Russland hevur ongan áhuga í einum kríggi við Evropa, heldur ikki í Eystrasalti. Tað er ikki Russland, men NATO-londini, sum fyrireika seg til kríggj, sigur russiska sendistovan millum annað.

Fyrradagin kom fregnartænastan hjá donsku verjuni út við frágreiðingini, nevnd Útsýni.

Fyrr í ár gav fregnartænastan hjá donsku verjuni út eina hóttanarmeting, har sagt varð, at hernaðarliga hóttanin úr Russlandi fer at vaksa næstu árini.

Tá stóð í henni, at eingin hóttan var um beinleiðis álop á Danmark.

Sama er galdandi í nýggju metingini, sum sigur, at hernaðarliga hóttanin frá Russlandi móti NATO fer at økjast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Týsdag 20. januar
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
202959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852