Løgmaður: Tunnilin gjøgnum Traðarhamar kann broytast

Løgmaður: Tunnilin gjøgnum Traðarhamar kann broytast
Breið politisk semja er um, at Suðuroyartunnilin skal upp í Djúpadali, og farleiðin haðani kann framvegis broytast, sigur Aksel V. Johannesen um lógaruppskotið
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur lagt nýtt uppskot um Suðuroyartunnilin fyri tingið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.12.2025 - 13:38

Tað snýr seg um eina heimild at brúka okkurt um 70 milliónir krónur til at fyrireika, projektera og bjóða út arbeiðið at gera Suðuroyartunnilin.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, nú lógaruppskotið um Suðuroyartunnilin varð lagt fram í løgtinginum seint seinnapartin í gjár. 

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at endamálið er at staðfesta politiska semju um at fara undir at fyrireika, prosjektera og bjóða út verkætlanina.

Samlaða verkætlanin er mett at kosta umleið 4,9 milliardir krónur í dagsins prísum. 

Broytta linjuføringin í Sandoynni dýrkar verkætlanina umleið 70 milliónir, sammett við uppskotið, sum varð sent í almenna hoyring herfyri. 

Endaliga prísin fyri samlaðu verkætlanina kennir tó eingin, fyrr enn arbeiðið er boðið út. 

Samstundis sum lógaruppskotið um Suðuroyartunnilin varð lagt fram, kom eisini lógaruppskot um at hækka pensjónsaldurin upp í 69 ár fyri tingið.

Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen í útvarpstíðindunum:

 

12122025_Aksel_um_tunnilin

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713