- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bústaðarfelag stovnað fyri íbúðirnar í Dalabú
Bústaðarfelag stovnað fyri íbúðirnar í Dalabú
Hetta er fyrsta felag av sínum slagi í Føroyum

Tær 44 íbúðirnar við Dalavegin í Havn vera leiguíbúðir
12.12.2025 - 08:06
Tórshavnar býráð hevur samtykt at stovna almannagagnligt bústaðarfelag saman við Bústøðum.
Hetta er fyrsta felag av sínum slagi í Føroyum.
Felagið er stovnað fyri nýggju íbúðirnar í Dalabú í Havn.
Tær skulu nú vera leiguíbúðir.
Øll í býráðnum tóku ikki undir við uppskotinum.
Sjey atkvøður vóru fyri, tríggjar ímóti og tríggjar vóru blankar.
Tórshavnar kommuna setur 20 mió. kr. í nýggja felagið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























