Boð eru eftir Sommerson Band

Boð eru eftir Sommerson Band
Tað var í koronutíð, at bólkurin bleiv til. Annfinn Sommerson og Kári Olsen tóku stig til hann, og nakað seinni kom Sámal Lindenskov eisini við.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.12.2025 - 11:37

Sommerson Band er helst einasti bólkur í Føroyum, har trummusláarin syngur allar sangirnar.

Tað ber væl til, men tað er rættiliga krevjandi, sigur Annfinn Sommerson, sum ofta er fyrilagstur sunnudag eftir drúgva spæling.

- Tá sleppi eg undan øllum húsligum skyldum, sigur hann skemtandi. - Konan góðtekur tað, leggur hann aftrat.


Myndir: Bjarni Rubeksen
 

Teir eru bara tríggir limir. Annfinn Sommerson: trummur og sang, Sámal Lindenskov: el­-gittar og Kári Olsen: bass og kór.

Tað er ein treyt, at gittaristurin fyllir væl út í ljóðmyndini, sigur Annfinn, og tað ger Sámal.

Fyri tað nógva eru tøkuløg á skránni, tá Sommerson Band spælir, men eisini hava teir nakað av egnum tilfari.

Tann partin kundu teir hugsað sær at gjørt meira við frameftir.


Mynd: Bjarni Rubeksen
 

Boð eru eftir bólkinum í hesum døgum. Ofta kunnu næturnar gerast drúgvar, og tað kemur fyri, at limirnir ikki eru heima fyrr enn ímóti morgni.

Tað er stuttligt, men kann sjálvandi eisini vera strævið, viðganga teir.

 

Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Sommerson Band

1782423

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Týsdag 20. januar
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
202959
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852