Pól Hendrikur og Inga eru stór hjálp hjá landsliðnum

bannari
Pól Hendrikur og Inga eru stór hjálp hjá landsliðnum
Hóast lítið og einki hevur verið at hoyrt um tey, eiga tey sín leiklut í góða úrslitinum hjá hondbóltskvinnunum
 
10.12.2025 - 11:18

Besta kvinnulandsliðið í hondbólti er fyri fáum døgum síðani komið aftur úr Dortmund. 

Meðan hondbóltskvinnurnar hava verið nógv at sæð í miðlunum, so eru eisini onnur fólk, sum hava arbeitt hart aftan fyri leiktjøldini.

Tvey teirra eru Pól Hendrikur Andreasen, fysiskur venjari, og Inga Dahl, liðleiðari.

- Hetta var ein fantastisk uppliving og naka, vit ongantíð gloyma, eru tey bæði á einum máli um.

Sum fysiskur venjari hjá landsliðnum er uppgávan hjá Pól Hendriki Andreasen á einum slíkum túri millum annað at syrgja fyri upphiting áðrenn dyst og venjingum millum dystirnar.

- Hetta er fyrstu ferð, eg havi verið við á slíkari ferð, og eg má siga, at eg eri púra ovfarin av, hvussu hørð og strævin ein slík kapping er fyri spælararnar, sigur Pól Hendrikur Andreasen, sum vísir á, at størsti parturin av hansara arbeiði veðrur gjørdur áðrenn sjálva kappingina.

Fyri Ingu Dahl, sum er liðleiðari, eru nógvar uppgávur at taka sær av, tá landsliðið er á eini ferð sum hesari í Týsklandi.

- Eg syrgi fyri at eitt nú troyggjur, buksur, hosur, harpiks, bóltar og annað er klárt til hvønn dag, so eg plagi at rigga til og pakka allar taskur um kvøldið, tá leikararnir eru farnir í song. Og annars taki eg mær av øllum tíð, sum nú einaferð kann stinga seg upp á túrinum. Eitt nú royni eg at taka mær av teimum nýggju leikarunum, og er onkur, sum hevur tørv á at práta, so er eg eisini til reiðar til tað, sigur Inga Dahl.

Í morgunsendingini fortelja tey bæði um seinastu vikurnar, tá tey vóru við hondbóltslandsliðnum hjá kvinnum í Trier og Dortmund.

1781805

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Týsdag 20. januar
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
202959
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852