Stórur áhugi at hoyra Sissel Kyrkjebø: Útselt upp á fýra tímar

Stórur áhugi at hoyra Sissel Kyrkjebø: Útselt upp á fýra tímar
Atgongumerkini til konsertina við Sissel Kyrkjebø á mentanarvikuni í Runavík 25. apríl vóru ikki meir enn sett til sølu, so var útselt til konsertina
Mynd: Kristin Saastad  
 
25.11.2025 - 15:25

Fyrrapartin kunngjørdi fyriskipararnir av Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu, at Sissel Kyrkjebø kemur at hava konsert í Løkshøll 25. apríl í sambandi við mentanarvikuna. 

Fýra tímar seinni var konsertin útselt. 

"Tað undrar meg ikki, at áhugin fyri at hoyra Sissel Kyrkjebø er stórur í Føroyum. Hennara vitjan í Føroyum í byrjanini av 1990'unum livir enn í minninum á nógvum føroyingum og mong hava kanska bara bíðað inntil tað fór at eydnast at fáa hana aftur til Føroyar," sigur Urd Johannesen, mentanarsamskipari í Runavíkar kommunu.

 

Gjørdi inntrykk seinast

Urd Johannesen vísir eisini á, at tað gjørdi stórt inntrykk á nógvar føroyingar, at ein blaðung Sissel Kyrkjebø sang "Tíðin rennur sum streymur í á" á føroyskum saman við føroyskum kórsangarum. 

"Vit elska jú, tá ið onnur eru djørv og kasta seg út í at syngja á okkara máli, og hartil ein sang, sum so mong eru góð við. Sissel Kyrkjebø kann nakað heilt serligt við síni kláru og reinu rødd og blíðu medferð á pallinum," útgreinar Urd Johannesen. 

Eykakonsert við Sissel Kyrkjebø verður sunnudagin 26. apríl, og atgongumerkini til ta konsertina vera væntandi sett til sølu ímorgin, leggur mentanarsamskiparin afturat. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436