Klingra er eitt spælipláss hjá limunum

Klingra er eitt spælipláss hjá limunum
Klingra gevur okkum møguleika at improvosera, eru limirnir á einum máli um. Sangirnir eru ongantíð heilt eins, og framførslurnar eru ein leitan eftir endaliga úrslitinum.
 
21.11.2025 - 11:31

Bólkurin Klingra hevur fingið navn sítt frá virðisløntu útgávuni hjá Afenginn.

Dánjal á Neystabø er mangan í leiðandi leiklutinum, men í sambandi við Klingra er tað ein felags tilgongd. 



- Eg skal duga at tiga viðhvørt og lata hinar koma við sínum, sigur Dánjal brosandi.

Limirnir eru úr Føroyum, Danmark, Finnlandi, Lettlandi og Noregi. Øll eru eru yrkistónlistafólk og tónleikarar við nógvum royndum frá bólkum sum Jack White, Savage Rose, Afenginn og Teitur.

Hesir tónleikaúrmælingar skapa eitt egið rúm, har tey við nærlagni rannsaka hvønn krók, hagani tað seyðrar ein ljóðmynd, sum er ein samanrenning av atmosferiskum poppi og elektroniskum tónleiki.



Klingra spælir konsert í Oy í kvøld, fríggjakvøld, klokkan 21. Saman við teimum er Lyon.

Málið er framvegis – eisini við tí meira lívliga og popputa tilfarinum – at bjóða lurtaranum inn í ein listarligan heim, sum skapar rúm fyri tankum og kenslum, har ting taka ta tíð, tey taka.



Um tú, sum lurtar, hevur hug at spæla í Studio 5, so er at senda okkum eini boð á: st5@kvf.fo



 
1777731

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andgletturin - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436